Talv: Góður føroyskur dagur

Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár


Føroysku telvararnir stóðu seg væl í øðrum umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi í gjár. Helgi Dam Ziska og Hans Kristian Simonsen vunnu báðir á tveimum av útlendsku telvarunum, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.

Helgi vann á Drazen Dragicevic. Helgi telvaði væl og vann sannførandi. Tað var av sonnum stórmeistaratelving. Hans Kristian vann ikki minni sannførandi á danska stórmeistaranum Carsten Høi. Stuttligt at síggja. Tá ið Hans Kristian er í hasum lagnum, er ikki at vera fyri.

Olaf Berg vann aftur í gjár og er nú á odda í kappingini saman við Normunds Miesiz. Olaf telvaði eisini við hugflogi og kraft og vann flott á Sjúrði Thorsteinssyni. Carl Eli Samuelsen mátti í sínum lagi lúta fyri lettiska stórmeistaranum Normunds Miesiz, sum hevur verið ógvuliga sannførandi higartil.

Støðan eftir 2. umfør:

Olaf Berg 2 stig

GM Normunds Miesiz 2

GM Helgi Dam Ziska 1½

Hans Kristian Simonsen 1

GM Carsten Høi 1

Carl Eli Samuelsen ½

Drazen Dragicevic 0

Sjúrður Thorsteinsson 0

 

Byrjað verður klokkan 17.00 í dag. Telvað verður á Finsen í Havn. Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum - leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com. Í triðja umfari í Landsliðsbólkinum í dag verður telvað soleiðis:

Miesiz - Helgi

Høi - Carl Eli

Olaf - Hans Kristian

Dragicevic - Sjúrður