Leita á in.fo

Hallur av Rana 27.07.2015 (08:19)

Torkil Veyhe vann Volvo Kring Føroyar

Í gjár var seinasti teinurin í Volvo Kring Føroyar súkklaður, tá kappast var í høvuðsstaðarøkinum. Fyrradagin eydnaðist tað Dávur Magnussen, sum tann fyrsti, at vinna á Torkil Veyhe, men á seinasta degnum sló Torkil fast, at hann er Føroya besti súkklari.


Sambært JN.fo, so legði Torkil seg á odda longu aftaná ein 1 kilometur. Dávur Magnussen gjørdi eina roynd at elta honum, men mátti skjótt geva skarvin yvir, og legðist aftur við restina av feltinum.


Sum so mangan áður í kappingini, so kom Torkil Veyhe trillandi púra einsamallur um málstrikuna, fýra minuttir frammanfyri feltið. Dávur Magnussen, hóast hann ikki megnaði at bjóða Torkili av í dag, kom á mál sum nummar tvey, meðan veteranurin Gunnar Dahl Olsen endaði nummar trý.


Við fýra sigrum út av fimm umførum, vann Torkil Volvo Kring Føroyar 2015. Veyhe brúkti 12 tímar og 51 minuttir at súkkla teir 460 kilometrarnar í kappingini, meðan nummar tvey, Guðmundur Joensen, endaði 20 minuttir aftanfyri. Nummar trý, Bjarke Vodder Nielsen, var 35 minuttir aftanfyri Torkil Veyhe.


Dávur Magnussen, ið vann tá súkklað var á Suðuroynni, vann kappingina um fjallatroyggjuna.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her