Tvey reyð kort í síðstu løtu

KÍ vann á Skála, meðan EB/Streymur megnaði javnleik í Gøtu

Tað var øgiligur dramatikkur, tá ið tveir teir síðstu dystirnir í níggjunda umfari vóru spældir í kvøld.

KÍ vann 1-0 á Skála, og tað endaði 1-1 í Sarpugerði, har Víkingur hevði vitjan av EB/Streymi.

Síðstu løtuna var tað heitt blóð í báðum støðum.

KÍ miðvallarin Simen Sandmæl sá reytt, tá ið tað restaðu fimm minuttir, og síðstu løtuna spenti Skála álopsbogan í botn. Tað bar við sær spentar støður í báðum endum, men KÍ reið stormin av.

Í Gøtu royndi heimaliðið at svara aftur og javna, eftir at Ragnar B. Danielsen við brotssparki hevði lagt gestirnar framum. Tað eydnaðist, tá ið Vukasin Tomic eftir horna og við høvdinum sendi bóltin í málið.

Víkingur royndi at leggja nógv fyri í royndini at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki, og EB/Streymur megnaði væl at verja fyri.

Tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vísti Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen so stóra misnøgd við dómaran, at hann sá gula kortið fyri aðru ferð, og harvið er hann leikbannaður næstu ferð.

KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen skoraði einasta málið á Skála. Tað var í fyrra hálvleiki, tá ið hann mitt fyri málinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Simen Sandmæl stutt frá baklinjuni í vinstru og við frísparki legði innfyri.

 http://www.in.fo/myndasavn/

http://www.in.fo/matches/?

 http://www.in.fo/matches/?

Víkingur - EB/Streymur 1-1 (0-0)

0-1: Ragnar B. Danielsen br

1-1: Vukasin Tomic

Skála - KÍ 0-1 (0-1)

0-1: Jákup B. Andreasen

972024523
NSÍ9612191019
B36960312918
Víkingur9522181417
Skála950413715
HB9432151015
TB92257198
EB/S921610147
ÍF91178214
AB910810273

10. umfar

Fríggjadagin 17. mai

Dýra biðjudag

ÍF - Víkingur

Skála - B36

Sunnudagin 19. mai

EB/Streymur - NSÍ

HB - KÍ

AB - TB