Uppflytingardysturin hjá Niklasi í donskum sjónvarpi í kvøld

Danska TV2 Sport vísir uppflytingardystin ímillum TM Tønder og KIF Kolding í kvøld

Niklas Simonsen er til reiðar at koma á vøllin til uppflytingardyst í kvøld (Mynd: Flemming Andersen / TM Tønder á Facebook)

Niklas Simonsen er til reiðar at koma á vøllin til uppflytingardyst í kvøld (Mynd: Flemming Andersen / TM Tønder á Facebook)

Rætting: Vegna misskiljing stóð at lesa niðanfyri, at dysturin byrjar klokkan 19.00. Heta er ikki rætt. Dysturin TM Tønder - KIF Kolding byrjar klokkan 20.00 føroyska tíð.

 

Í kvøld klokkan 20.00 føroyska tíð kann danska hondbóltsfelagið TM Tønder tryggja sær pláss í fremstu deildini, um tað eydnast at fáa minst eitt stig ímóti stórfelagnum KIF Kolding.

Á liðnum hjá Tønder er fyrrverandi VÍF-málverjin og føroyski landsliðsmálverjin, Niklas Simonsen, og møguleiki er fyri at síggja hann í donskum sjónvarpi í kvøld.

Danska TV2 Sport vísir nevnliga dystin beinleiðis. Sendingin byrjar 19.55 føroyska tíð

Fyrra dystin vann Tønder 25-23, uttan at kvívíkingurin spældi stóran leiklut. Vanligt er eisini, at føroyski landsliðsleikarin byrjar á bonkinum, men hann hevur fleiri ferðir hetta kappingarárið víst, at hann er til reiðar tá ið hann fær møguleikan.

 

Les eisini:

Niklas spælir um uppflyting ímóti donskum risa

Niklas og Tønder tóku fyrsta fetið ímóti uppflyting við teprum sigri

Niklas: Stór uppliving at spæla frammanfyri 4.500 áskoðarum (FM1)

 

##med2##

Niklas Simonsen er til reiðar at koma á vøllin til uppflytingardyst í kvøld (Mynd: Flemming Andersen / TM Tønder á Facebook)

Niklas Simonsen var millum annað valdur dagsins leikari í dystinum ímóti Frederikshavn fyri einum mánaða síðani (Mynd: Flemming Andersen / TM Tønder á Facebook)