Váttað: Griezmann gevst í Atlético

Nógv bendir á, at franska fótbóltsstjørnan skiftir til FC Barcelona.

Franska fótbóltsstjørnan, Antoine Griezmann, fer komandi kappingarár ikki at spæla við Atlético Madrid, sum hann annars hevur sáttmála við fram til 2023.

Tað sigur Antoine Griezmann sjálvur í einum sjónbandi, sum Atlético Madrid hevur kunngjørt. Hann ynskir at skifta úr felagnum, sigur hann.

- Eg vil boða tykkum frá, at eg havi tikið avgerð um at fara úr felagnum fyri at royna nýggj ting og fáa nýggjar avbjóðingar, sigur Griezmann í sjónbandinum.

- Tað hava verið fimm fantastisk ár. Túsund takk fyri alt. Eg varðveiti tykkum í hjartanum, sigur hann víðari.

Sambært Marca, so bendir nógv á, at Antoine Griezmann skiftir til FC Barcelona, sum sigst vera tilreiðar at rinda tær áleið 900 milliónir krónurnar, ið hann kostar.

Antoine Griezmann er 28 ára gamal, og hann kom til Atlético Madrid úr Real Sociedad í 2014. Hann skeyt 133 mál í 256 dystum fyri Atlético Madrid.