Neymar ikki til Real Madrid

- Fyri 10 túsundu ferð, Neymar verður verandi, sigur forsetin í PSG

Líka síðani Neymar Jr skifti til Paris Saint-Germain, hava søgur verið um, at hann longu nú í summar skal víðari til Real Madrid. Forsetin í PSG, Nasser Al-Khelaifi, hevur enn eina ferð staðfest at so verður ikki.

 

- Tað er púra vist og eg havi sagt tað 10 túsund ferðir. Hann verður verandi. Pápi hansara segði við meg, at framtíðin er í París og at Neymar er troyttur av leysasøgunum, sigur Nasser Al-Khelaifi við franska blaðið, L'Equipe.

 

Eftir eitt leikandi lætt kappingarár hevur PSG vunnið fronsku landskappingina, sum ikki er eins kappingarfør og serliga tann enska og spanska. Tá so brasilski bóltsnillingurin fyrr í ár bleiv skaddur, so fór hann heim til Brasil at fáa viðgerð.

 

Síðani hava nógvar søgur verið um, at hann ikki trívist í PSG, har hann millum annað hevur verið í hornatøkum við Edinson Cavani, tá teir ikki kundu finna útav hvør skuldi skjóta brotsspark.