Neymar: Renni ikki undan Messi

- Eg renni ikki undan skugganum hjá Lionel Messi, sigur høvðuspersónurin

Neymar er í dag presenteraður sum spælari hjá Paris Saint-Germain. Brasilski bóltsnillingurin er greitt heimsins dýrasti fótbóltsspælari við skiftinum frá Barcelona. Hann kostaði 1,65 milliardir krónur.

 

Les eisini: PSG hevur rindað fyri Neymar

 

Í dag hevur PSG havt tíðindafund, har felagið hevur presenteraði Neymar sum nýggjan spælara. Skiftið er eitt tað mest umstrídda skiftið nakrantíð, tí talan er um so nógvar pengar. Eisin hevur verið gitt, at Neymar ikki vildi standa í skugganum av Lionel Messi í Barcelona. Tað hevur høvðuspersóurin avsannað.

 

Les eisini: So nógv tjenar Neymar

 

- Eg renni ikki undan skugganum hjá Lionel Messi. Eg skifti til Barcelona fyri júst at spæla saman við Lionel Messi. Hann tók væl ímóti mær og tað var lætt at spæla saman við honum, sigur Neymar.

 

Les eisini: Tíggju tey dýrastu keypini

 

Á tíðindafundinum helt Neymar eisini fyri, at hann hevði brúk fyri einari nýggjari avbjóðing, og at PSG var tann avbjóðingin. Hann ynskir at skriva søgu í nýggja felagnum. Stóra málið hjá PSG er at vinna Champions League. Tað hevur ongantíð eydnast enn.

 

 

Nasser Al-Khelaifi, eigari av PSG, fekk fleiri kritiskar spurningar um fíggjarliga partin av handlinum, men var skjótur at skjóta allar illgitingar niður. Hann helt fyri, at um tvey ár fer Neymar at hava tvífalt so nógv virði.