Nicklas Selvig aftur til Danmarkar

Føroyski landsliðsleikarin skal spæla í bestu donsku deildini

Ein føroyskur landsliðsleikari verður at síggja í bestu donsku deildini komandi kappingarár.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Nicklas Selvig, spældi seinasta kappingarár við danska felagnum TMS Ringsted, ið flutti upp í bestu donsku deildina.

Hóast góðu gongdina í Ringsted gjørdi Nicklas Selvig av persónligum ávum av, at flyta til Føroyar, og gjørdi tí avtalu um at spæla við KÍF komandi kappingarár.

 

Men nú vendir hann leiðina aftur til TMS Ringsted. Danska felagið hevur gjørt ein leigusáttmála við KÍF, um at fáa føroyska landsliðsleikaran at spæla fyri Ringsted fram til ársenda.

 

Sjálvur sigur Nicklas Selvig at hann gleðir seg nógv at royna seg í bestu donsku deildini, og at hetta er nakað, ið hann hevur droymt um síðani hann byrjaði at spæla hondbólt.

Orsøkin til at fyrrverandi felagið hevur vent sær aftur til hansara er, at felagið hevur mist tveir høgra bakkar í summarsteðginum.

 

Hóast Nicklas Selvig spældi mest høgri vongur farna kappingarár, so metir felagið at hann fer at hóska væl inn á bakkin, og tað gekk skjótt at fáa eina avtalu í lag.

 

KÍF hevur skilt støðuna væl, og Nicklas Selvig sendir tøkk til KÍF fyri at geva sær møguleikan, eins og hann er takksamur fyri at TMS Ringsted hevur havt hann í tonkunum.