Niklas sendi Eirik niður í triðbestu deildina

Niklas Simonsen og liðfelagarnir í Tønder gjørdust banahøggið hjá Eiriki J. Simonsen og liðfeløgunum í Frederikshavn


Eydnan hevur verið misjøvn hjá teimum trimum føroyingafeløgunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini, og í dag møttust tvey av hesum liðunum í Tønder.

 

Niklas Simonsen vardi málið hjá Tønder sum vann 32-27 á Frederikshavn. Frederikshavn var betri við í fyrra hálvleiki. Tá farið var til hálvleiks var Tønder bert á odda 13-12, men í seinna hálvleiki dróg heimaliðið frá. Eirikur J. Simonsen skoraði tvey mál fyri Frederikshavn.

 

Ólukkutíð fyri Frederikshavn vann nærmasti kappingarneytin, Odense stórsigur 35-27 (17-17) á Skive á útivølli. Odense fór tí framum Frederikshavn, ið endaði á triðaftasta plássinum sum merkir beinleiðis niðurflyting til triðbestu deildina. Úr triðbestu deildini og upp í næstbestu deildina koma Rói Berg Hansen, Tóraldur Kollsker og lið teirra, FIF.

 

Frederikshavn hevur bert fingið eitt stig í teimum seinastu sjey dystunum. Liðið hevur eisini verið rakt av nógvum skaðum, so fyritreytirnar hava ikki verið tær bestu.

 

Rókur Akralíð skoraði eitt mál, tá lið hansara HEI Skæring tapti greitt 21-28 (10-15) móti Otterup á útivølli. HEI Skæring eru tó væl og virðiliga bjargaðir í deildini.

 

Niklas Simonsen og hinir í Tønder skulu nú spæla uppflytingardystir móti Team Sydhavsøerne. Samlaði vinnarin spælir móti næstaftasta liðnum í bestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi ár.

 

Endaliga støðan:

 

1Fredericia26 dystir44 stig
2Tønder2639
3Sydhavsøerne2634
4Odder2631
5Skive2631
6Ajax København2631
7Otterup HK2629
8HØJ2628
9HEI, Skæring2623 stig
10Stoholm2620
11HC Odense2618
12Frederikshavn2617 stig
13Randers HH2616
14Køge Håndbold263