Niklas Simonsen droymir um bestu deildina

Niklas Simonsen er fallin væl til í Tønder

Føroyski landsliðsmálverjin, Niklas Simonsen, skifti í summar til danska hondbóltsfelagið, TM Tønder.

Eftir tvey ár á í triðbestu deildini við øðrum liði hjá Skjern, skal kvívíkingurin nú royna seg í oddinum av næstbestu deildini, og vónin er at liðið kann flyta upp í fremstu deildina í donskum hondbólti.

 

Í Tønder hevur føroyingurin verið væl móttikin, og hevði lokala blaðið, 'Ugeavisen Tønder', eisini samrøðu við Niklas Simonsen.

 

Her greiðir málverjin frá hvussu tað var at flyta úr Kvívík til Esbjerg, har hann lesur,

 - Tað var sum at koma til New York, sigur Niklas Simonsen við blaðið.

 

Men hann hevur havt tað sera gott á akademinum í Skjern, hóast tað var trupult at tosa danskt allatíðina.

Hóast hann hevði tað gott uttan fyri vøllin, so var sjálvt hondbóltsspælið darvað av drúgvum skaðum.

Men føroyski málverjin hevur arbeitt seg upp aftur, og í summar tók hann næsta stigið móti dreyminum um bestu deildina, tá ið hann skifti til TM Tønder, ið væntast at liggja ovarliga í næstbestu deildini í ár.

 

Les alla samrøðuna við Niklas Simonsen í Ugebladet Tønder við at trýsta her