Leita á in.fo

Magnus Jákupsson.

Pætur Albinus 10.07.2017 (22:25)

Nógv heiðursmerki í DM

Danska meistaraheitið í svimjing á langgeil hevur verið í Bellahøj um vikuskiftið, og her gjørdist tað til eina rúgvu av føroyskum heiðursmerkjum. Serliga var tað Magnus Jákupsson, sum útmerkaði seg við fýra gullmerkjum.


Tveir aðrir fingu eisini smakkin av gulli. Teir báðir vóru Óli Mortensen og Frans Johannesen, sum eisini vunnu sær onnur heiðursmerkir.


Heiðursmerkjayvirlit


Óli Mortensen:

Gull í 1500m frí við tíðini 15:58.11

Silvur í 800m frí við tíðini 8:19.06

Bronsu í 400m frí við tíðini 4:01.63


Magnus Jákupsson:

Gull í 50m rygg við tíðini 25.94

Gull í stafett við Farum Guns í 4x100m blandað við tíðini 3:42.08

Gull í stafett við Farum Guns í 4x100m frí við tíðini 3:23.19

Gull í 100m rygg við tíðini 56.33

Bronsu í 50m frí við tíðini 23.22


Frans Johannesen:

Gull í 400m frí við tíðini 3:59.48

Gull í 200m blandað við tíðini 2:03.03

Silvur í 200m frí við tíðini 1:51.48


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her