Norskur NSÍ-ari vloggar í Føroyum

Peder Nersveen spælir í Betrideildini, og í frítíðini framleiðir hann sjónbond.


Undan hesum kappingarárinum gjørdi NSÍ sáttmála við 26 ára gamla norska leikaran, Peder Nersveen, sum heima í Noregi eitt nú nú hevur spælt við Elverum og HamKam.


Peder Nersveen hevur fingið fulla spælitíð fyri NSÍ í teimum báðum fyrstu dystunum í Betrideildini. Sáttmálin ímillum hann og NSÍ er galdandi fyri kappingarárið 2019.


Meðan Peder er í Føroyum fæst hann eisini við at gera ein Vlog, ið er ein røð av egnum framleiddum sjónbondum, har greitt verður frá ymiskum viðurskiftum, upplivingum og øðrum úr gerendisdegnum.


Higartil hevur Peder Nersveen gjørt fýra vloggar úr Føroyum. Teir snúgva seg eitt nú um royndarvenjingina, gerandisdagin, umstøðurnar og føroysku náttúruna.


Sjónbondini hjá Peder Nersveen síggjast á YouTube-rás hansara HER.Annars sæst fyrsti vloggurin ”Prøvespill og snøkaos på Færøyene” omanfyri.