Leita á in.fo

Pætur Albinus 13.11.2017 (18:20)

NSÍ-ari til Skála

Miðvallarin hjá NSÍ, Haraldur R. Højgaard, skiftir til Skála at spæla komandi kappingarár. Tað boðar Skála frá í dag. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.


22 ára gamli Haraldur R. Højgaard sat uttanfyri alt kappingarárið 2016 við álvarsligum skaða, og í ár hevur hann einans fingið tríggjar dystir á besta liðnum. Hann hevur annars verið fastur spælari á næstbesta liðnum.


Haraldur R. Højgaard hevur tilsamans spælt 71 dystir í Effodeildini, og hann hevur eisini verið partur av føroysku U17-, U19- og U21-landsliðunum.



Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her