Leita á in.fo

Jóannes Hansen 15.04.2018 (09:47)

NSÍ leitar eftir uppstillingini

Felags fyri NSÍ og HB er, at tey úr fimm teimum fyrstu umførunum hava vunnið tíggju stig, og at tey hóskvøldið spældu á útivølli.

Meðan HB vann trivaligan 3-0 sigur á Skála, so meiri enn hálvkiksaði tað hjá NSÍ, sum fór av Eiði við 2-2. Hóast EB/Streymur hevur staðið seg væl, so kendist javnleikurin at vera vónbrot hjá NSÍ, sum var um reppið at missa alt á stokkinum.

Merkisvert hevur tað verið, at fleiri spælarar higartil hava verið í plássum, har teir ikki plaga at spæla, og har teir higartil ikki hava trivist serliga væl. Árni Frederiksberg hevur fyri tað mesta verið framrættaður sentralur miðvallari. Tær løturnar, tá ið hann hevur verið síðuspælari í høgru, hevur tað riggað væl betri hjá honum, sum ivaleyst er mest eyðsýndi framrættaði síðuspælarin í høgru. Bæði Karl Løkin og Øssur Dalbúð hava roynt seg sum framrættaðir í vinstra borði. Tað hevur ikki verið teirra favorittrolla.

Eftir 2-2 á Eiði segði NSÍ málverjin Tórður Thomsen seg vera væl nøgdan við leikliga avrikið:

-Tá kundi tað havt koppað okkum til fyrimunar, men soleiðis varð tað ikki. Ímóti HB verður tað aftur tætt og spennandi. Tað tykist sum HB er við at mynda gott og spennandi lið. Vit eiga heimavøll, og vit vóna sjálvandi, at tað nú fer at koppa okkum til fyrimunar, sigur Tórður Thomsen.

Málverjin Símun Rógvi Hansen og vongverjin Einar Tróndargjógv eru skaðadarvaðir.

Nú er Jóhan Troest Davidsen stýrimaður í verjuni í barndómsfelagnum NSÍ. Frá 2012 og fram til og við í fjør var hann fastur maður í HB verjuni.

 

Lagið er gott í HB. Liðið er á triðja plássi við tíggju stigum og harvið undir liðini á NSÍ, sum er næstfremst. So ovarlaga hevur HB ikki verið síðani eftir annað umfar í fjør, tá ið HB var á øðrum plássi.

-Venjarin vil hava okkum at spæla fótbólt soleiðis, sum HB plagdi at spæla, og tað líkar okkum væl. Vit vóru ikki nøgdir við spæli í fyrra hálvleiki á Skála, men vit sýndu rættan hugburð og arbeiddu nógv, og eftir steðgin riggaði tað væl, og tá spældu vit okkum til góðar møguleikar. Eitt nú í fjør hevði HB trupulleikar bæði ímóti EB/Streymi og Skála. Nú fara vit til Runavíkar eftir at hava vunnið bæði ímóti EB/Streymi og Skála. Tað ber sjálvandi sjálvsálit við sær, sigur Teit Jacobsen, sum higartil í ár hevur verið sera væl upplagdur.

Í HB bíða teir framvegis eftir, at Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov skulu koma fyri seg. Teir eru báðir skaðadarvaðir.

 

HB var tvær ferðir við Løkin í fjør. Í fyrra førinum vann heimaliðið 1-0, og í seinna førinum vann HB 3-2.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her