Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.02.2018 (18:12)

Nú fær Premier League vetrarsteðg

Tað verður lagt upp til, at Premier League í næstum eisini fær ein vetrarsteðg, eins og hinar stóru deildirnar í Evropa. Tó verður fótbóltshyggjarin ikki snýttir fyri tiltiknu vetrarskránni, har spælt verður um jólini.

 

Sambært The Times verður arbeitt við at feløgini fáa tvær vikur frí í januar, men bara helmingurin av feløgunum í senn. Tað merkir, at tað verða dystir allan januar mánaða, men at tíggju feløg fáa tvær vikur frí á gangin.

 

Fyri at gera pláss í tøttu vetrarskránni verður mælt til, at umdystir ikki skulu spæla í FA Cup steypakappingini, meðan arbeitt verður við at fáa flutt hálvfinalurnar í Liga Cup kappingini.

 

Mangan hevur verið ført fram, at vantandi vetrarsteðgurin í Premier League ger, at spælarar í deildini klára seg illa til HM- og EM-endaspølini. Eitt nú er vetrar steðgur í Týsklandi, Spania, Italia og Fraklandi.

 

The Times skrivar, at tað er ein møguleiki fyri, at hetta verður sett í verk longu til komandi kappingarár. Fyrr hevur verið tosað um, at strekkja eitt ella tvey umfør av Premier League yvir allan januar mánaða, so feløgini skiftivís fingu ein steðg. Nú er líkt til, at vetrarsteðgurin verður veruleiki, men at feløgini fáa tvær vikur frí.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her