Leita á in.fo

Mynd: (Scanpix) Ole Gunnar Solskjær hevur fingið Manchester United at blóma

Tróndur Arge 12.02.2019 (12:02)

Nú hevur United ein kjans móti PSG

Í kvøld verða tvær tær fyrstu 1/8-finalurnar í Champions League. Manchester United tekur móti PSG, meðan AS Roma tekur móti FC Porto. Hetta eru fyrru 1/8-finalurnar.

 

Les eisini: Nú verður VAR brúkt í Champions League

 

Tey mundu verða fá, sum góvu Manchester United ein kjans, tá lutakastið var til Champions League 1/8-finalurnar í desemberi fjør. Manchester United bleiv parað við pengasterka Paris Saint-Germain úr Fraklandi.

 

Við Neymar, Edinson Cavani og heimsmeistaranum Kylian Mbappé á topp, hevði PSG sett sær fyri at vinna Champions League, meðan Manchester United hevði sína egnu uppgerð við José Mourinho, sum stutt seinni bleiv koyrdur.

 

Í dag er alt broytt. Ole Gunnar Solskjær hevur fingið savnað alt Manchester United, spælarar sum Paul Pogba og Anthony Martial blóma, meðan PSG er uttan bæði Neymar og Edinson Cavani. Tað er so nógv broytt, at veddingarfyritøkurnar hava Manchester United sum favoritt at vinna í kvøld.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Manchester United og PSG spæla móti hvørjum øðrum í kapping. Heimaliðið er uttan Antonio Valencia og Matteo Darmian, meðan PSG er uttan Neymar, Edinson Cavani og Thomas Meunier. Hinvegin, so er italski stríðsmaðurin, Marco Verratti, tøkur aftur.

 

Í hinari 1/8-finaluni tekur AS Roma á heimavølli móti FC Porto. AS Roma er uttan Diego Perotti og Cengiz Under, meðan Patrik Schick er ivasamur. FC Porto er uttan áleyparan Vincent Aboubakar, Moussa Marega, meðan Jesus Manuel Corona hevur leikbann.

 

Champions League 1/8:

Manchester United – PSG (20.00)

AS Roma – FC Porto (20.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her