Leita á in.fo

Pætur Albinus 13.09.2018 (20:15)

Nú kann tað vera nóg mikið

Tað er ilt at hugsa sjónleik í fótbólti uttan at hugsa Neymar, sum serliga eftir HM-endaspælið í Russlandi í summar hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri at gera ov nógv av bæði tá ið hann verður feldur og tá ið hann ikki verður feldur.


Hetta er eitt umdømi, ið hann hevur ilt við at sleppa av við, og sambært honum sjálvum, so er tað farið ov víða við at geva honum gult kort fyri sjónleik í tíð og ótíð – seinast í venjingardysti ímóti El Salvador í gjár.


- Eg veit ikki hvussu eg skal liva við tí. Tað kann ikki halda fram soleiðis, og hetta má fáa ein enda. Men tað er ikki upp til mín, sigur Neymar, so kennir seg vera fyri órætti, í samrøðu við Globo Esporte.


Dysturin, sum endaði við 5-0-sigri til Brasil, varð dømdur av Jair Marrufo úr USA, og tann mannin er Neymar ikki serliga glaður fyri.


- Hetta er manglandi virðing. Ikki bara ímóti mær, men øllum mínum liðfeløgum. Tað er trupult at spæla við einum gulum korti. Maðurin kemur higar at døma ein dyst við Brasil, sum er eitt risastórt landslið, og so ger hann soleiðis. Tað kann ikki vera rætt. Friður verið við, um hann ikki vil geva brotsspark, men tað gula kortið var óneyðugt, heldur Neymar.


Sí sjónbandið av gula kortinum ovast og metið sjálvi, um gula kortið var í lagi.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her