Leita á in.fo

Tróndur Arge 15.07.2017 (14:11)

Nú kemur AC Milan

Við kinesiskum pengum er AC Milan farið at gera um seg aftur. italska stórliðið hevur havt tað trupult síðani 18. meistaraheitið í 2011. Í gjár keypti felagið Leonardo Bonucci frá Juventus. Italski miðverjin verður mettur sum ein tann besti í heiminum.

 

Reyðu og svørtu strípurnar hjá AC Milan hava verið eitt við góð úrslit, meistaraheiti og heili sjey Champions League heiti. Seinastu árini hevur tað ikki gingið so væl, og navnframi Silvio Berlusconi hevur nú selt felagið.

 

Umframt Leonardo Bonucci, sum kemur frá kappingarneytanum og italska meistaraliðnum Juverntus, eru komnir spælarar sum André Silva, Andrea Conti, Hakan Calhanoglu, Ricardo Rodríguez, Mateo Musacchio, meðan stórtalentið í málinum, Gianluigi Donnarumma, hevur longt sáttmálan.

 

Italskir miðlar skriva, at høvðusorsøkin til søluna av Leonardo Bonucci er, at hann og venjarin, Massimiliano Allegri, ikki kunnu einast. Leonardo Bonucci hevur takkað øllum í Juventus uttan venjaranum fyri tey sjey árini har í eini lýsing, sum hann hevur gjørt í italskum blaði. Hann vann ikki færri enn seks meistaraheiti tey sjey árini.

 

Italskur fótbóltur hevur seinni árini verið í skugganum av enskum og sponskum fótbólti, men nú er líkt til, at Seria A byrjar at líkjast sær sjálvari.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her