Leita á in.fo

Tróndur Arge 13.03.2019 (13:58)

Nú má onkur fáa bóltin í málið

Í kvøld verða seinastu tvær 1/8 finalurnar í Champions League. Bayern Munchen tekur móti Liverpool, meðan FC Barcelona fær vitjan av franska Lyon. Báðir teir fyrru dystirnir endaði við málleysum javnleiki.

 

Liverpool er uttan Naby Keita, sum annars kennir týskan fótbólt væl. Hann bleiv keyptur úr RB Leipzig, men hevur ikki sligið til í hesum kappingarárinum. James Milner og Trent Alexander-Arnold eru við í hópinum hóast snuddir. Joe Gomez og Alex Oxlade-Chamberlain eru framvegis skaddir.

 

Fyri Bayern Munchen sita Joshua Kimmich og Thomas Muller uttanfyri við leikbanni, meðan Arjen Robben og Corentin Tolisso eru skaddir. David Alaba og Kingsley Coman hava snuddir, men verða væntandi klárir. Veddingarfyritøkurnar hava Bayern Munchen sum favoritt at koma víðari. Ein orsøk er, at Bayern Munchen hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar í Bundesliguni og skorað 12 mál.

 

Í Katalonia er FC Barcelona stórfavorittur móti Lyon. Heimaliðið verður møguliga uttan Ousmane Dembele, men annars eru hinir framrættaðu spælararnir tøkir. Síðani 2013 hevur FC Barcelona vunnið 26 av 29 heimadystum í Champions League, meðan hinir tríggir endaðu við javnleiki.

 

Gestirnir eru uttan Amine Gouiri, sum á sinni skoraði móti føroyska U17-landsliðnum í EM-endaspælinum í 2017, sum var Kroatia. Her eru veddingarfyritøkurnar ikki í iva, FC Barcelona vinnur.

 

Champions League 1/8:

Bayern Munchen (0) – (0) Liverpool (20.00)

FC Barcelona (0) – (0) Lyon (20.00)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her