Leita á in.fo

André Olsen 03.01.2018 (21:05)

Nýføddi sonurin stríðist fyri lívinum

Tað hevur vakt stóran ans, at miðvallarprofilurin hjá Manchester City, David Silva, einans hevur spælt tveir av teimum seinastu fimm dystunum fyri Manchester City. Men seinnapartin í dag er David Silva komin út við einum tíðindaskrivið, har hann greiðir frá orsøkini.

 

Orsøkin er, at David Silva í desember gjørdist pápi til ein son, ið var føddur alt ov tíðliga. Drongurin, ið kallast Mateo, stríðist í løtuni fyri lívinum, og tí hevur David Silva raðfest at vera hjá familjuni í sváru tíðini, heldur enn á fótbóltsvøllinum.

 

Í tíðindaskrivi sum David Silva hevur lagt út á sínar sosialu miðlar í dag, greiðir spanski fótbóltsspælarin frá.

 

-       Orsøkin til at eg ikki havi verið á vøllinum so nógv í seinastuni, er tí at sonur mín, Mateo, var føddur alt ov tíðliga. Í løtuni stríðist hann – við hjálp frá læknum – hvønn dag fyri at yvirliva, og tí havi eg raðfest familjuna. Eg vil tó takka fyri kærleika og tey góðu ynski, eg havi fingið tær seinastu vikurnar. Serliga stóra tøkk skulu mínir liðfelagar, venjari og felag fáa fyri at vera skiljandi yvirfyri okkara støðu, skrivar David Silva.

 

Venjarin hjá Manchester City, Pep Guardiola, hevur verið úti alment og stuðla avgerðini hjá David Silva, og sigur at David Silva sleppur at vera so leingi vekk, sum hann hevur tørv á tí. Guardiola sigur víðari, at um so liðið fær null stig meðan David Silva er vekk, skal familjan altíð vera tað mest umráðandi. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her