Nýggi Chelsea venjarin avdúkaður á Twitter

Í avstralska fótbóltssambandinum vóru teir dekan ov tíðliga úti á sosialu miðlunum

Nógv hevur verið gitt og skrivað um, at kendi niðurlendski venjarin Guus Hiddink skal taka yvir venjarasessin í Chelsea nú José Mourinho hevur fingið sekkin. Hvørki Guus Hiddink og Chelsea hava tó staðfest hetta enn.

 

Men avstralska fótbóltssambandið avdúkaði meir enn gott er. Teir løgdu eini boð út á Twitter, sum síggjast á myndini, har tey ynsktu fyrrverandi avstralska landsliðsvenjaranum tillukku við venjarastarvinum í Chelsea, og ynsktu honum bestu eydnu við nýggja starvinum.

 

Men tað gekk bara ein løta, so vóru boðini á Twitter strikaði. Avstralska fótbóltssambandið skrivaði eisini á heimasíðu síni, at Guus Hiddink var settur í starv, sum høvuðsvenjari hjá Chelsea, men tey tíðindini vóru eisini strikaði, tá ein løta var farin.