Nýggjur formaður í Sundalagnum

Fyrrverandi borgarstjóri er nú formaður í EB/Streymi, og fyrrverandi formaðurin er kassameistari

Nýggja nevndin í EB/Streymi. Frá vinstru: Beinta Lisberg, Fróði Zachariasen, Egil á Bø, Jógvan í Skorini, Fróði Reinert Petersen, Djóni Eidesgaard og Judith S. Jacobsen.

Tað var eykaaðalfundur í EB/Streymi í gjárkvøldið. Eitt mál var á skrá. Tað var at velja nýggja nevnd. Tey flestu, sum frammanundan vóru í nevndini, ynsktu at sleppa úr nevndini, og tí var neyðugt at manna nevndina mest sum av nýggjum.

 

Formaðurin í nevndini, sum var, er framvegis nevndarlimur. Fróði Reinert Petersen var formaður, og nú er hann kassameistari.

 

Nýggjur nevndarformaður er fyrrverandi borgarstjórin í Eiðis kommunu Jógvan í Skorini.

 

Egil á Bø er næstformaður, Beinta Lisberg, Djóni Eidesgaard, Fróði Zachariasen og Judith S. Jacobsen eru nevndarlimir, og Jan Djurhuus og Malan Petersen eru tiltakslimir.

 

Felagið er umboðað í bestu deildini hjá bæði kvinnum og monnum, og felagið eigur eisini lið í lægri deildunum og fleiri ungdómslið og í barnadeildunum.

 

Heimavøllurin hjá liðnum í Betri deildini skiftir millum at vera við Margáir og í Hólmanum á Eiði. Í 2023 fer liðið at spæla í Hólmanum.

 

Nýggja nevndin í EB/Streymi. Frá vinstru: Beinta Lisberg, Fróði Zachariasen, Egil á Bø, Jógvan í Skorini, Fróði Reinert Petersen, Djóni Eidesgaard og Judith S. Jacobsen.