Leita á in.fo

Mynd: (B36.fo) Heini Poulsen Hellisdal, formaðurin í ungdómsnevndini hjá B36, og Oddbjørn Joensen

Tróndur Arge 07.11.2018 (12:39)

Oddbjørn skiftir til kappingarneytan

Fyrrverandi fótbóltsspælarin og kendi viðmerkjarin, Oddbjørn Joensen, skal komandi ár venja U17-liðið hjá B36, skrivar heimasíðan hjá felagnum. Hann hevur í ár verið venjari hjá U17 hjá HB. Sostatt skiftir hann til kappingarneytan.

 

Oddbjørn Joensen hevur drúgvar royndir sum bæði spælari og venjari í føroyskum fótbólti. Hann er uppvaksin í Klaksvík og KÍ, men skifti síðani til HB, har hann eisini vann meistaraheitið í 2013 sum venjari. Hann hevur eisini A-venjaraprógvið hjá Fótbóltssambandinum.

 

Klaksvíkingurin í Havn hevur í ár verið drúgvur viðmerkjari hjá bæði Kringvarpinum og á FM1. Á myndini er tað formaðurin í ungdómsnevndini hjá B36, Heini Poulsen Hellisdal, sum tekur lógvatak við nýggja U17-venjaran.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her