Leita á in.fo

Veddingarfyritøkur bjóða ávikavist odds 2.500,00 og odds 2.001,00 uppá, at Føroyar vinna HM-endaspælið fyri U21 manslandslið

Heri Simonsen 16.07.2017 (20:05)

Odds 2.500 uppá at Føroyar vinna U21 HM-endaspælið

Stóru veddingarfyritøkurnar, BET365 og BETWAY hava kunngjørt hvørji odds tey geva fyri tey 24 U21-manslandsliðini í hondbólti fyri at vinna HM í hondbólti fyri U21-landslið, sum verður í Algeria, dagarnar 18. til 30. juli.

 

BET365 og BETWAY halda, at bara Chile, Burkina Faso og Marokko hava ein minni møguleika enn Føroyar at vinna HM-gull.

 

BETWAY bjóðar odds 2001,00 uppá, at Føroyar vinna HM-gull. Oddsini uppá, at  Chile, Burkina Faso ella Marokko vinnur HM-gull eru 4001,00. BET365 trýr enn minni uppá Føroyar. Oddsini hjá BET365 uppá, at Føroyar vinna HM-gull eru heilli 2.501,00. BET365 gevur 3000,00 í odds uppá, at Chile, Burkina Faso ella Marokko vinnur HM-gull.

 

Oddsini uppá hini londini í okkara bólki, bólki A eru: Týskland: 4,00 og 4,00. Noreg: 34,00 og 31,00. Ungarn: 101,00 og 71,00. Suðurkorea: 501,00 og 401,00, og Chile 4001,00 og 3000,00. 

 

Oddsini siga við øðrum orðum, at Føroyar eru bert favorittur ímóti Chile, men eru annars "underdog" ímóti Suðurkorea, Ungarn, Noregi og Týsklandi. 

 

Oddsini hjá BETWAY og BET365 uppá tey 24 U21-manslandsliðini til at vinna HM í Algeria eru hesi:

 

    Hægsta
odds
Lægsta
odds
Frakland1.851.71
Týskland4.004.00
Spania6.506.00
Ísland11.008.50
Danmark16.0013.00
Kroatia25.0021.00
Svøríki31.0031.00
Noreg34.0031.00
Brasil51.0051.00
Slovenia67.0061.00
Russland71.0067.00
Ungarn101.0071.00
Makedonia126.0081.00
Tunesia201.00151.00
Egyptaland301.00251.00
Katar301.00251.00
Algeria401.00301.00
Suðurkorea501.00401.00
Argentina1001.00801.00
Saudi Arabia1001.00801.00
FØROYAR2501.002001.00
Burkina Faso4001.003001.00
Chile4001.003001.00
Marokko4001.003001.00
 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her