Leita á in.fo

Tróndur Arge 12.03.2018 (16:35)

Øll feløgini fingu steypavinnarar

Um vikuskiftið var seinna steypakappingin í estetiskum fimleiki. Kappingin var í ítróttarhøllini í Runavík. Havnar Fimleikafelag, Ljósið og Støkk vunnu øll.

 

Svalan hjá Støkk er vinnari hjá pinkum við 26,25 stigum. Eftirfylgjandi komu tey trý liðini hjá Havnar Fimleikafelagi, Mira, Milja og Maia. Hjá smágentum var minni enn eitt stig á muni i samanlagda úrslitinum. Fenja hjá Havnar Fimleikafelag vann samanlagt við 29,11 stigum, meðan Viólin hjá Støkk, sum vann gull í seinnu steypakappingini, fekk samanlagt 28,77 stig.

 

Hjá gentum vann Lyra hjá Ljósinum. Tær fingu 30,31 stig til samans, meðan Nita og Freia hjá Havnar Fimleikafelag fingu ávikavist 28,30 og 28,18 stig. Hjá kvinnuunglingum vann Eina hjá Havnar Fimleikafelag við 29, 94 stigum, meðan Vípan hjá Støkk fekk 28,25 stig.

 

Hjá kvinnum var Hydra frá ljósinum á odda fyrru steypakappingini. Tær vunnu eisini seinnu steypakappingina móti Hulda. Hydra fekk samanlagt 29,72 stig, meðan Hulda fekk 27,20 stig.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her