Leita á in.fo

Suðringar stríðast fyri hvørjum øðrum, og kunnu stórfegnast um at verða oddalið í effodeildini

Heri Simonsen 19.03.2017 (20:15)

- Okur berjast fyri hvørjum øðrum

- Okur stríðast fyri hvørjum øðrum. Orðini eigur ungi Suðringa-leikarin, Heri Kjærbo, sum saman við liðfeløgunum vann ein góðan 1-0 sigur á 07 Vestur vesturi í Sørvági í dag. 

 

Tað plágar ikki Hera Kjærbo, at Suðringar hava ein kontantan spælistíl, har spælt verður við nógvum langum bóltum. Heri Kjærbo staðfestir, at spælistílurin riggar, og tað hevur borið til sigur í tveimum teimum fyrstu royndunum.

 

Heri Kjærbo sigur, at dysturin var merktur av, at bæði liðini stríddust fyri at vinna dystin. Nú fara Heri og liðfelagarnir at gera klárt at spæla áttandapartsfinalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti AB, sunnudagin 2. apríl.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Hera Kjærbo í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.