Ole velur Sonna Ragnar og Molde

Ole Gunnar Solskjær takkar nei til landsliðsstarv

Tað er nú fyri vist, at tað verður við Ole Gunnar Solskjær sum venjara, at Sonni Ragnar Nattestad skal byrja sína tíð sum spælari í norska felagnum Molde. Norra vil hava fyrrverandi Manchester United framherjan sum landsliðsvenjara, men hann hevur ikki tikið av tilboðnum.

 

Les eisini: Ole umhugsar at siga farvæl við Sonna Ragnar

 

Norskur landsliðsfótbóltur stendur seg illa í løtuni. Millum annað eru norðmenn at finna aftanfyri okkum á FIFA styrkilistanum. Tað kostaði landsliðsvenjaranum, Per-Mathias Høgmo, starvið. Nú vil norska fótbóltssambandið hava, at Ole Gunnar Solskjær skal leiða norska landsliðið.

 

Les eisini: Solskjær keypti Sonna

 

Navnframi venjarin var ein av høvðusorsøkunum, at føroyski landsliðsmiðverjin valdi at skifta til júst Molde. Tí kemur tað helst væl við, at hann ikki hevur tikið av tilboðnum frá norska fótbóltssambandinum.

 

Les eisini: Solskjær lovar Sonna spælitíð

 

- Vit hava lagt eina ætlan fyri kappingarárið, fingið venjara og spælarar til og eg havi lovað, at eg verið verandi í Molde. Tí verið eg eisini verandi, sigur Ole Gunar Solskjær við NRK.

 

Les eisini: Solskjær: Sonni styrkir liðið frá fyrsta bríksli

 

Sonni Ragnar Nattestad skifti seint í fjør til Molde frá FH í Íslandi.