Leita á in.fo

Mynd: (Tróndur Arge) Óli Johannesen og Patrik Johannesen

Samrøða við Óla Johannesen

Tróndur Arge 08.06.2017 (08:38)

Óli er stoltur og rørdur

Tá landsliðið í gjár vandi á Tórsvølli var ein serligur gestur á áskoðaraplássunum. Talan er um fyrrverandi liðskiparin á landsliðnum, Óli Johannesen. Hann er pápabeiggi Patrik Johannesen, sum er úttikin á fyrsta sinni.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin

 

-       Eg eri ótrúliga stoltur av, at Patrik er komin á landsliðið. Eg hevði nokk ikki væntað, at hann longu nú fór at koma á landsliðið, men hann hevur gjørt tað væl í B36, sigur Óli Johannesen, sum náddi at spæla 83 landsdystir fyri Føroyar.

 

Les eisini: Halt munn og slepp tær vekk

 

Hann er í dag lærari og hevði ein lítlan skúlaflokk við til venjing. Tað er ikki heilt av tilvild, at tey komu til eina landsliðsvenjing hesaferð, tí nú er ein Johannesen aftur á landsliðnum. Óli Johannesen spældi sjálvur á fyrsta sinni á landsliðnum í 1992, tá hann bleiv innskiftur fyri beiggjan og pápa Patrik, Jón Johannesen.

 

Les eisini: Vit gita liðið

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her