Leita á in.fo

Hoyr Óluvu Mohr hjá KÍF seta orð á 3-0 sigurin ímóti Mjølnir á útivølli í kvøld (Mynd: Óli G. Samuelsen)

Heri Simonsen 13.02.2018 (21:25)

Óluva: FM-finalan er málið hjá KÍF

KÍF liggur nú á øðrum FM-finaluplássinum í meistaradeildini í flogbólti hjá kvinnum.


Tað gjørdist greitt í kvøld, tá kollafjarðakvinnur vunnu ein tryggan 3-0 sigur á Mjølnir í Badmintonhøllini norðuri í Klaksvík.

 

Í fyrsta settinum leikaði rættiliga javnt á, og endan var, at KÍF vann 25-22. Í øðrum og triðja setti var eingin ivi. Fyrst vann KÍF annað sett 25-14, og síðani triðja sett 25-16.

 

Fleyr er oddalið við 24 stigum. KÍF og Mjølnir hava 14 stig hvør, men KÍF hevur betri settmun, og hevur enntá spælt ein dyst færri.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Óluvu Mohr hjá KÍF aftaná dysturin var liðugur.

 

Óluva Mohr heldur, at tað hjálpti KÍF ógvuliga væl í kvøld, at álopsspælið hjá Mjølnir koyrdi illa.

 

Nú eru kollafjarðakvinnur á FM-finaluni slóðini, og Óluva slær fast, at tær eftir FM-finaluni, og næsti setningur er at vinna á Drátti. 

 

Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Elisabeth Purkhús hjá Mjølnir hoyrist HER

 

 

Frásøgnin av teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum, sum Óli G. Samuelsen segði frá, og samanumtøkan hjá Thorvaldi Danielsen, viðmerkjara hoyrast HER

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her