Ormurin Langi framdi eitt satt bragd

10-mannafør: Eftir at hava mist nógv í startinum megnaði Ormurin Langi at vinna í tættari kapping við Suðuroying

Tað var sannur uppvísningur, sum teir umborð á bláa Orminum Langa framdu á Skálafjørðinum ídag.

Favorittarnir mistu meiri enn eina bátslongd í startinum. Eina lítla løtu kendist spurningurin vera, um dómarin mundi fara at skjóta av. Tað gjørdi hann ikki. Klaksvíkingur sprakk avstað, og Suðuroyingur var í hølinum á honum, meðan Ormurin Langi misti so mikið nógv, at møguleikin hjá honum at vinna fyri triðju ferð á rað kendist vera heilt langt burtur.

 

So spentu teir á Orminum Langa í. Suðuroyingur helt undan, meðan tað skjótt sást, at Klaksvíkingur ikki megnaði at halda tørn.

Ormurin Langi tók Klaksvíking, og legði eftir Suðuroyingi. Hóast Suðuroyingur vísti knotur og fitta løtu var undan, so vístu teir á Orminum seg at hava so mikið nógvar knotur og viljan av stálinum, sum skuldi til.

Ormurin Langi tók í endaspurtinum Suðuroyingin. Avrikið hjá Orminum Langa í dag var so sannførandi og flott, at tað skal ganga meiri enn illa hjá honum og uppaftur verri, enn tað gjørdi í startinum í dag, um hinir bátarnir yvirhøvur skulu megna at gera nakað við hann.

 

1 Ormurin Langi 04.45.20

2 Suðuroyingur 04.45.47

3Klaksvíkingur 04.47.18

 4 Drekin Reyði 04.55.31

5 Havnarbáturin 04.55.38