Ormurin Langi vann aftur

10-mannafør: FM-favoritturin Klaksvíkingur endaði sum nummar 3

Annan róðurin á rað lukkaðist tað ikki Klaksvíkingi, sum liggur fremst á stigatalvuni, at vinna. Hesaferð endaði báturin úr Klaksvík sum nummar 3.


Ormurin Langi vann annan róðurin á rað, men eitt petti av teininum nærindis málinum var Drekin Reyði fremstur. Í seinastu tøkunum togaði Ormurin seg fram um Drekan.

Klaksvíkingur liggur framvegis best fyri í FM-kappingini áðrenn seinasta róðurin, sum verður á ólavsøku um tvær vikur.

10 mannafør – úrslitið
1. Ormurin Langi 4:25:34
2. Drekin Reyðu 4:26:03
3. Klaksvíkingur 4:28:01
4: Havnarbáturin 4:34:37

10-mannafør – støðan 
1. Klaksvíkingur 39 stig
2. Ormurin Langi 36 stig
3. Drekin Reyði 33 stig (1G)
4. Havnarbáturin 24 stig