Ormurin setti flott punktum

10-mannafør: Klaksvíkingar royndu fleiri ferðir, men tað eydnaðist ikki at fella meistararnar

FM kappróðurin í 2018 er av. Stóra finalan var kappingin millum 10-mannaførini.

FM favoritturin Ormurin Langi vann. Harvið hevur 10-mannafarið hjá Róðrarfelagnum Knørri vunnið FM fyri fyrstu ferð.

Talan var um tætta kapping millum Ormin Langa og Klaksvíking, sum undan ólavsøku var einasti bátur, ið kundi taka FM heitið frá Orminum Langa.

 

Felags fyri Ormin Langa og Klaksvíking var, at starturin hjá teimum var góður, meðan starturin hjá Suðuroyingi, sum fleiri ferðir fyrr í summar hevur verið framvið, fekk vánaligan start, og ongantíð blandaði seg í kappingina um sigurin.

 

Ormurin Langi legði seg tíðliga framum, og Ormurin helt fyri tað mesta tørn.

Í endaspurtinum legði Klaksvíkingur við øgiligum tøkum seg borð um borð og stavn um stavn við Ormin Langa, men tað eydnaðist ikki at taka avgerandi tøkini.

So svaraði Ormurin Langi aftur. Blái báturin var skutin undan næsta avbjóðaranum, tá ið teir rukku á mál.

Ormurin Langi er bæði vinnari á ólavsøku og føroyameistari.

 

1 Ormurin Langi 4.15.23

2 Klaksvíkingur 4.16.20

3 Suðuroyingur 4.19.15

4 Havnarbáturin

5 Drekin Reyði

 

FM

1 Ormurin Langi 47

2 Klaksvíkingur 42

3 Suðuroyingur 37