Ormurin var aftur bestur

10-mannafør: Róðurin myndaðist júst soleiðis sum fyri einari viku síðani

Ormurin Langi vann á norðoyastevnu, og Ormurin Langi var aftur fyrstur á mál, tá ið 10-mannaførini kappaðust á sundalagsstevnu í Kollafirði.

Róðurin minti heilt nógv um tann, sum var í Klaksvík fyri einari viku síðani.

Ormurin megnaði longu, tá ið startspurturin var av, at leggja seg framum, og so var tað blái báturin, sum stýrdi róðrinum.

Suðuroyingur og Klaksvíkingur vóru eina løtu í kapping um næstfremsta plássið, men Suðuroyingur misti so spakuliga. Tá ið so klaksvíkingar ikki megnaðu at hótta Ormin Langa, varð tað ikki so spennandi, sum tað kanska varð lagt upp til, at tað kundi fara at verða.

Ormurin Langi var tað mesta av einari bátslongd undan næsta avbjóðaranum, tá ið suvereni vinnarin fór um málið.

 

1 Ormurin Langi 04.39.01

2 Klaksvíkingur 04.41.11

3 Suðuroyingur 04.43.01

4 Drekin Reyði 04.47.17

5 Havnarbáturin 04.51.21