Leita á in.fo

Tróndur Arge 08.11.2018 (15:15)

Ósemja um Wayne Rooney

Enska Fótbóltssambandið og landsliðsvenjarin, Gareth Southgate, eru komin í mótvid, eftir at Wayne Rooney er úttikin til ein seinasta landsdyst fyri England, sum eisin skal savna pengar inn til vælgerandi endamál.

 

33 ára gamli Wayne Rooney gavst fyri trimum árum síðani á landsliðnum, har hann hevur spælt 119 landsdystir og skotið 53 mál. Hann hevur spælt næst flestar landsdystir fyri Ongland, og er samlaður toppskjútti.

 

Nú skal Ongland spæla móti USA á Wembley seinni í hesum mánaðinum, og Wayne Rooney er úttikin til dystin. Talan verður um ein venjingardyst, sum eisini skal savna pengar inn til vælgerandi endamál.

 

Avgerðin um at geva Wayne Rooney, sum í dag spælir við DC United í USA, ein seinasta landsdyst er ikki væl móttikin. Tað eru tey, sum halda at hann hevur uppiborið tað, men tað eru eisini tey, sum halda at hetta er at gera gjøldur við landsliðnum og landsdystinum.

 

Tað verður millum annað víst á, at Garth Southgate fyrr hevur sagt, at tað er ov lætt at koma á enska landsliðið. Nú gevur hann ein landsdyst til ein spælara, sum er givin á landsliðnum fyri trimum árum síðani. Eisini verður víst á, at tað er í slíkum dystum at aðrir spælarar kunnu sleppa at vísa seg fram, men at Wayne Rooney við hesum møguliga kann taka tann dreymin frá onkrum.

 

Venjingarlandsdysturin millum Ongland og USA verður 15. november.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her