Leita á in.fo

André Olsen 12.08.2017 (12:06)

Ótrúlig byrjan uppá Premier League

Í gjárkvøldið byrjaði heimsins størsta fótbóltskapping, Premier League, sum fleiri føroyingar fylgja sera nær. Lagt varð úr við dystinum á Emirates leikvøllinum í London millum Arsenal og Leicester.

 

Og talan var um sanna málveitslu. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Arsenal vann dystin 4-3, eftir at teir annars høvdu verið aftanfyri bæði 1-2 og 2-3.

 

Arsenal hevur í summar keypt nýggjan álopsleikara í Fraklandi, og hann skuldi ikki brúka langa tíð at presentera seg. Tí longu eftir tveimum minuttum, hevði nýggi franski áleyparin, Alexandre Lacazette, skotið sítt fyrsta mál í reyð hvítu troyggjuni, tá hann legði Arsenal á odda 1-0.

 

Men við tveimum málum – einum frá Shinji Okazaki og einum frá Jamie Vardy, legði Leicester seg á odda 2-1 í fyrra hálvleiki. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað tó Danny Welbeck at javna til 2-2 fyri Arsenal, sum var úrslitið í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki helt málveitslan fram. Jamie Vardy legði tíðliga í seinna hálvleiki Leicester á odda 2-3, og tað var ikki fyrrenn í seinastu tíggju minuttunum, at Arsenal fekk vent dystinum. Og teir sum vendu dystinum, vóru í báðum førum innskiftarar. Aaron Ramsey, ið kom inn í seinna hálvleiki, skoraði til 3-3 gott og væl sjey minuttir fyri leiklok, og lítla løtu aftaná avgjørdi ein annar innskiftari, Olivier Giroud, dystin, tá hann skoraði til 4-3 eftir hornaspark, sum eisini varð endaliga úrslitið.

 

Sostatt hevur Arsenal fingið eina góða byrjan uppá nýggja kappingarárið. Í dag vera nógvir aðrir dystir leiktir í Premier League.

 

Arsenal – Leicester 4-3 (2-2)

1-0 Alexandre Lacazette

1-1 Shinji Okazaki

1-2 Jamie Vardy

2-2 Danny Welbeck

2-3 Jamie Vardy

3-3 Aaron Ramsey

4-3 Olivier Giroud


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her