Leita á in.fo

André Olsen 03.01.2018 (21:44)

Ótrúligt undirhald á Emirates

Ein dystur var í kvøld í ensku Premier League, tá Arsenal tók ímóti grannunum úr Chelsea.

 

Og tað var serstakliga undirhaldandi, áskoðararnir vóru vitni til. Úrslitið var 2-2, eftir hálvleiksstøðuna 0-0. Hóast hálvleiksstøðan var 0-0, var fyrri hálvleikur eisini sera undirhaldandi, har bæði liðini høvdu stórar møguleikar fyri at leggja seg á odda.

 

Tá ein góður tími var farin, legði Jack Wilshere Arsenal framum, tá hann við frálíkum skoti smekkaði bóltin í málhornið aftanfyri Thibaut Courtois. Men tað gekk ikki long tíð, áðrenn Chelsea javnaði. Eden Hazard skoraði til 1-1 við brotssparki bert fýra minuttir aftaná.

 

Seks minuttir fyri leiklok, sá tað út, sum at Chelsea skuldi fara avstað við sigrinum. Tá skoraði vinstri bakkurin, Marcos Alonso til 2-1, eftir at hann var komin framvið til eitt innlegg úr høgru síðu.

 

Men langt inni í yvirtíðini eydnaðist tað Arsenal at javna til 2-2, tá høgri bakkurin hjá Arsenal, Hector Bellerin, við langskoti smekkaði bóltin í málið.

 

Sostatt er støðan tann sama í oddinum av Premier League, sum hon var tað áðrenn dystin í kvøld. Chelsea liggur á triðja plássi, meðan Arsenal liggur á sætta plássi.

 

Arsenal – Chelsea 2-2 (0-0)

1-0 Jack Wilshere, 63.

1-1 Eden Hazard (Brotsspark, 67.

1-2 Marcos Alonso, 67.

2-2 Hector Bellerin, 90+.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her