Leita á in.fo

Mynd: (FSF) Pætur S. Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum, er nú fyrrverandi landsliðsvenjari hjá kvinnum.

Tróndur Arge 14.03.2019 (19:35)

Pætur: Eitt stórt frambrot

Fótbóltssambandið hevur í samstarvið við miðnámsskúlarnar gjørt eitt úrvalstilboð til spælarar, sum eru millum 16 og 20 ár. Her er talan bæði um gentur og dreingir.

 

Síggj FSF Varpið við at trýsta HER

 

- Hetta er eitt tað størsta frambrotið innanfyri elituvenjing í føroyskum fótbólti, sigur Pætur Smith Clementsen, ið er tekniskur stjóri í Fótbóltssambandinum.

 

Hann er gestur í FSF Varpinum, har evnið í sendingini er Úrvalstilboðið hjá Fótbóltssambandinum, har ungir spælarar fáa tilboð um at venja um morgunin tvær ferðir um vikuna. 

 

- Vit vilja gjarna skapa karmarnar, so okkara spælarar kunnu gerast betri, og vónandi røkka sínum máli. Hetta er fyrstu fer, at vit bjóða hetta tilboð, so vit eru øgiliga spent upp á, hvussu nógv fara at melda til, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri í Fótbóltssambandi Føroya millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.

 

Komandi fríggjadag er seinast freist at melda seg til FSF Úrvalstilboðið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her