Leita á in.fo

Hoyr Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum seta orð á vónbrotið at tapa ímóti H71 í hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini

Heri Simonsen 11.02.2018 (18:50)

Pætur: Vit mistu høvdið í seinna hálvleiki

Tað verða H71 og Kyndil, sum møtast í steypafinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Kyndil vann 29-26 á VÍF í Vestmanna, og vann ein samlaðan 57-51 hálvfinalusigur. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 21-18 á Neistanum, og vann harvið ein samlaðan 58-53 hálvfinalusigur. Neistin var annars á odda 9-7 í steðginum í dystinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum aftaná dystin.

 

Pætur Mikkjalsson er sera vónbrotin um serliga gongdina í seinna hálvleiki, har hann heldur, at hann og liðfelagarnir mistu høvdið, og skutu alt ov nógv tá teir ikki høvdu nóg góðan møguleika at fáa mál.

 

Um at hava ein skerdan Rasmus Søby á vøllinum sigur Pætur Mikkjalsson, at tað var týdningarmikið at hava Rasmus Søby við, eisini um talan var um ein skerdan spælara við skaða.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Peter Krogh hjá H71 hoyrist HER

 

Dystarendin Neistin-H71 18-21, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrist HER

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her