Patrik: Eg fari til Noreg

Patrik Johannesen hevur tikið avgerð um at skifta til norskan fótbólt

Sum In.fo fyrr hevur skrivað, so verður B36 áleyparin, Partik Johannesen, seldur til Florø í næstbestu deildini í Noreg. Nú váttar høvðuspersónurin sjálvur, at handilin verður gjøgnumførdur í næstum.

 

Les eisini: Patrik verður seldur

 

- Ja, eg skifti til Florø. Eg fari at royna meg sum fulltíðarfótbóltsspælara. Eg hevði eisini okkurt tilboð úr Íslandi, men nú fari eg til norskan fótbólt. Aldurin er eisini rættur til at fara, sigur 22 ára gamli Patrik Johannesen.

 

Les eisini: Toppskjúttin hjá B36 á veg til Noreg

 

Patrik Johannesen, sum hevur skotið 16 mál fyri B36 í farna landskappingarári, hevur verið í Noreg og royndarvant við feløgum sum Florø, og Bryne, ið hevur Rógva Baldvinsson í hópinum. In.fo skrivaði um, at Bryne helt Patrik Johannesen verða ov dýran til felagið.

 

B36 og Florø eru komin ásamt um prís um føroyska landsliðsspælaran, sum hevði eitt ár eftir av sáttmálanum við B36. Florø bleiv nummar átta av 16 í OBOS deildini í Noreg, sum er næstbesta deildin.