Patriots vunnu Super Bowl

Tom Brady gjørdi tað ógjørliga í søguligum comebacki

Mánanáttina var Super Bowl 51 avgreitt í USA. Hetta er finalan í amerikanskum fótbólti, og finalistar vóru New England Patriots og Atlanta Falcons.

Patriots vóru favorittar, men tá ið støðan í seinna hálvleiki varð 28-3 til Falcons, líktist tað einum sigri til teir undirtippaðu.

Tað, sum síðani hendi, er søguligt, tí við quarterbakkinum Tom Brady á odda stríddu Patriots seg inn í dystin aftur og javnaðu til 28-28. Neyðugt var tí við yvirtíð, og tá skoraðu Patriots enn eitt touchdown og vunnu dystin 34-28.

Hetta var fimti Super Bowl sigurin hjá Tom Brady, sum var stóra hetjan í dystinum.