Leita á in.fo

Tróndur Arge 15.03.2019 (12:48)

Paul Scholes lagt frá sær

Paul Scholes er triði kendi fyrrverandi fótbóltsspælarin, sum er fótbóltsviðmerkjari, ið hevur kiksað sum venjari. Eftir bara ein mánað sum venjari hjá Oldham, hevur Paul Scholes lagt frá sær.

 

Hann hevur staðið á odda fyri liðnum í sjey dystum, men bara vunnið tann eina. Hann hevur umvegis eitt sms valt at siga seg úr starvið.

 

Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at orsøkin er at eigarin í felagnum hevur blandað seg uppí tað ítróttarliga, og at umstøðurnar ikki liva upp til tað, sum leiðslan lovaði. Sagt verður millum annað, at spælararnir máttu sjálvir vaska spæliklæðini. Hartil var ongin bussur til taks, tá liðið skuldi spæla móti Bury á útivølli.

 

Fyrstur av fyrrverandi spælarum, ið eru viðmekrjarar, at royna seg var Gary Neville. Hann var venjari í Valencia, men bleiv koyrdur eftir tríggjar mánaðir. Somuleiðis gekk illa hjá Thierry Henry, sum eisini bara helt í tríggjar mánaðir, tá hann tók við í Monaco.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her