Leita á in.fo

Peter Krogh fekk níggju mál fyri H71 ímóti Neistanum í dag

Heri Simonsen 11.02.2018 (18:35)

Peter Krogh stórspældi í seinna hálvleiki

Tað verða H71 og Kyndil, sum møtast í steypafinaluni í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.

 

Kyndil vann 29-26 á VÍF í Vestmanna, og vann ein samlaðan 57-51 hálvfinalusigur. 

 

Í høllini á Hálsi í Havn vann H71 21-18 á Neistanum, og vann harvið ein samlaðan 58-53 hálvfinalusigur. Neistin var annars á odda 9-7 í steðginum í dystinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við Peter Krogh, sum skoraði níggju mál fyri H71, og var sera eyðsýndur í seinna hálvleiki.

 

Peter Krogh ásannar, at tað hevur verið trekt hjá honum at koma í gongd, men tá hann fyrst fekk tveir teir fyrstu bóltarnar at sita, so hevði hann kensluna av, at tað kundi gerast hansara dagur. 

 

Peter Krogh undirstrikar, at H71 vildi ikki dúva uppá tey bæði málini liðið var á odda frá fyrru hálvfinaluni. Tí tvey mál er eingin munur í hondbólti. 

 

Um Kyndil sum mótstøðulið í finaluni sigur Peter Krogh, at tað er líkamikið hvussu mótstøðuliðið eitur, tí tað verður ein torførur dystur óannsæð. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Pætur Mikkjalsson hjá Neistanum hoyrist HER

 

Dystarendin Neistin-H71 18-21, sum Tróndur Arge segði frá á Rás2, og samanumtøkan hjá viðmerkjaranum, Teiti Joensen hoyrist HER

 

 

 

 

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her