Leita á in.fo

Mynd: Peter Krogh (t.h), toppskjútti

André Olsen 18.06.2017 (21:12)

Peter Krogh toppskjútti

Føroyska hondbólslandsliðið hevur í kvøld vunnið Emerging Nations Cup fyri aðru ferð á rað, eftir at Føroyar í finaluni í kvøld vunnu 26-25 á Turkalandi.

 

Les eisini: Føroyar vunnið Emerging Nations kappingina!

 

Á liðnum í kvøld var Peter Krogh, ið upprunaliga er ættaður úr Danmark, men sum nú spælir á føroyska landsliðnum, mest eyðsýndi leikarin. Hann var eisini valdur til dagsins leikara á føroyska liðnum eftir dystin, og var toppskjútti á føroyska liðnum. Tað var hann við níggju málum.

 

Honum á bakið kom Høgni Klein Olsen, sum skoraði sjey mál fyri føroyska liðið. Hinir málskjúttarnir hjá Føroyum vóru Rókur Akralíð, sum skoraði trý mál, Hans Eli Sigurbjørnsson, Tróndur Kragesten og Allan Norðberg sum skoraðu tvey mál, umframt Tróndur Arge, Allan Norðberg og Frank Askildsen sum allir fingu hvør sítt mál.