Petur Reinert: Eg eri ikki samdur

Fyrrverandi altjóða dómarin heldur ikki, at tað var brotsspark til Frakland

Í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar í dag saman við Sosialinum, svarar Petur Reinert, fyrrverandi altjóða dómari, fimm spurningum um døming í HM-endaspælinum, sum júst er liðugt í Russland.

 

Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER

 

Ein av spurningunum var, um føroyski dómarin heldur, at tað var rætt av dómaranum, Nestor Pitana úr Argentina, at bríksla fyri brotssparki til Frakland. Bólturin kom í hondina á Ivan Perisic, men tað er deildar meiningar, um tað er nokk til brotsspark.

 

Les eisini: Jónas og Siggi hvør sína lagnu

 

- Nei, eg eri ikki samdur í avgerðini. Eg haldi, at hatta á ongan hátt er tilvitað, og at Perisic gerst bilsin av, at bólturin kemur har. Tó keypi eg, at hann dømir tað - hetta er so grátt, sum slíkar støður kunnu blíva, sigur Petur Reinert og leggur afturat;

 

- Okkurt talar fyri brotssparki. Eitt nú kemur bólturin langan veg, og Ivan Perisic hevur hondina úti. Okkurt talar eisini ímóti brotssparki. Hatta er als ikki tilvitað, og hann væntar ikki, at bólturin fer at koma har. Eg haldi eisini, at tað sær keðiligt út, at dómarin fer yvir aftur til skermin eftir at hava hugt at støðuni. Tá sær út til, at hann ivast, og tað vænti eg, at hann hevur gjørt. Tá haldi eg ikki, at hatta skal dømast, sigur Petur Reinert.

 

Tú kanst lesa meiri í ÍtróttarSosialinum, sum er komin á gøturnar í dag.