Pingel: Fantastiskt at vinna fyri fjeppararnar

(Rás2) 1-0 málskjúttin hjá HB ímóti NSÍ, Sebastian Pingel gáar ikki um Evropa, men vil enda kappingarárið væl

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var beinleiðis á Rás2 við áleyparan hjá HB, Sebastian Pingel, sum saman við liðfeløgunum vann 3-2 á steypavinnarunum hjá NSÍ við Løkin í Runavík fyrr í kvøld.

 

- Hetta var ein fantastiskur sigur, sum vit vunnu fyri viðhaldsfólkini hjá okkum, sum vóru komin allan vegin til Runavíkar at stuðla okkum, slær Sebastian Pingel fast.

 

HB møtir KÍ komandi dyst, og kann minka stigamunin úr átta og niður í fimm stig, men Sebastian Pingel undirstrikar, at hann gongur ikki so nógv og gáar um Evropa. Hann vil bara enda kappingarárið væl.