Pingel heldur ikki fram i B36

Annað felag er upp á tal

Nógv bendir á, at Sebastian Pingel hevur spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni. Sum skilst, so eru partarnir samdir um ikki at leingja samstarvið.

 

Les eisini: Heðin aftur til EB/Streym

 

Tað ljóðar, at EB/Streymur er áhugað at knýta sterka framherjan afturat hópinum til komandi kappingarár. EB/Streymur er aftur í bestu deildini og hevur boðað frá, at liðið skalt styrkjast til komandi kappingarár.

 

Tvey onnur boð eru Hans Pauli Samuelsen og Arnbjørn T. Hansen. Formaðurin í EB/Streymi, Signar í Homrum, segði fyrr í ár, at tað sjálvandi er áhugavert at fáa sínar egnu spælarar heim aftur. Annars hevur ljóðað, at liðið skal hava nýggjan málverja. Her hevur Heðin Stenberg úr AB verið eitt boð.

 

Sebastian Pingel hevur í ár skotið tíggju mál í 20 dystum í landskappingini.