Pistorius sleppur úr fongslinum

10 mánaðir í fongsli var alt, sum Oscar Pistorius skuldi sita. Týsdagin fer hann til hús - tó í varðhaldi.

Tað var hin 14. februar í 2013, at suðurafrikanski rennarin, Oscar Pistorius, skeyt unnustu sína, Reeva Steenkamp. Hann varð í oktobur í fjør dømdur fimm ára fongsulsrevsing fyri 'at hava verið atvold til at annar persónur doyði', sum skrivað stóð.


Í dag skriva suðurafrikanskir miðlar, at Oscar Pistorius er ávegis at sleppa úr fongslinum. Hann skal nevniliga framyvir sita í húsavarðhaldi, og hetta verður longu komandi týsdag. Tá hevur hann einans sitið 10 mánaðir í fongsli, og tað er familjan hjá Steenkamp ónøgd við.


- Vit vilja ikki at Pistorius skal líða, tí tað gevur okkum ikki Reeva aftur. Men ein persónur, sum er sekur í eini brotsgerð, má eisini taka ábyrgd fyri gerðir sínar. 10 mánaðir í fongsli er heilt einfalt ov lítið, skrivar familjan í einum tíðindaskrivi.


Í húsavarðhaldinum skal Oscar Pistorius framhaldandi fáa sálarliga viðgerð, umframt at hann nú ikki sleppur at hava nøkur vápn í varðveitslu.