Leita á in.fo

Mark Hughes (t.v.) fekk sekkin mánadagin. Verður José Mourinho tann næsti?

Pætur Albinus 06.12.2018 (15:43)

PL: Hesin rýkur næst

Tveir venjarar hava fingið sekkin í Premier League seinasta mánaðin. Teir eru Slovisa Jokanovic, sum fekk sekkin í Fulham tann 14. november, og Mark Hughes, sum varð loystur úr starvi í Southampton nú mánadagin.


Les eisini: So reyk enn ein venjari


Tað er ein venjari í Premier League, sum sambært veddingarfyritøkum er stórfavorittur at fara úr sínum starvi næst. Tað er José Mourinho hjá Manchester United, sum vegna vánalig úrslit situr ótryggur í sessinum.


Ikki óvæntað eru tað venjararnir hjá oddaliðunum, sum sita tryggastir í starvinum og mest sannlíkt halda fram - tó undantikið Mauricio Pochettino hjá Tottenham, sum stundum verður settur í samband við onnur venjarastørv.


Niðanfyri sæst ein listi við venjarum, sum eru mest sannlíkir at fara úr verandi starvi næst. Her er ikki einans talan um at fáa sekkin, men eisini um venjarin sjálvur velur at fara ella verður settur í annað starv.


Odds

José Mourinho (Manchester United) 1,60

Nuno Espirito Santo (Wolverhampton) 5,00

Sean Dyche (Burnley) 8,00

Roy Hodgson (Crystal Palace) 9,00

Neil Warnock (Cardiff) 12,00

Manuel Pellegrini (West Ham) 12,00

Rafa Benitez (Newcastle) 16,00

Claude Puel (Leicester) 18,00

David Wagner (Huddersfield) 18,00

Claudio Ranieri (Fulham) 25,00

Javi Garcia (Watford) 28,00

Chris Hughton (Brighton) 28,00

Mauricio Pochettino (Tottenham) 40,00

Marco Silva (Everton) 40,00

Eddie Howe (Bournemouth) 66,00

Unai Emery (Arsenal) 100

Maurizio Sarri (Chelsea) 100

Jürgen Klopp (Liverpool) 150

Pep Guardiola (Manchester City) 250

Ralph Hasenhüttl (Southampton) einki odds

 

Kelda: Sky Bet


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her