Leita á in.fo

André Olsen 13.09.2017 (07:39)

Pogba missir tær komandi vikurnar

Í gjárkvøldið var Manchester United aftur at síggja í Champions League kappingini, eftir at felagið annars í fjør ikki var partur av kappingini. Fyrsti dysturin hjá Manchester United í nýggja Champions League árinum endaði við at Manchester United vann sannførandi 3-0 sigur á Basel.

 

Men Manchester United fekk ein smeit undir dystinum. Tíðliga í fyrra hálvleiki noyddist profilurin á miðvøllinum og dýrasta keypið hjá felagnum nakrantíð, Paul Pogba, at fara av vøllinum við skaða.

 

José Mourinho, Manchester United venjari, kundi eftir dystin ikki nágreiniliga siga hvussu leingi Paul Pogba verður noyddur at sita uttanfyri, men at fyrstu ábendingarnar bendu á ein vøddaskaða. Tí tykist heilt víst at Paul Pogba ikki fer at vera partur av liðnum hjá Manchester United tær komandi tvær til tríggjar vikurnar.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her