Leita á in.fo

Politiskt ósamdir, men Høgni Hoydal og Bárður á Steig Nielsen stóðu øksl um øksl saman við øllum hinum føroysku áskoðarunum at bera føroyska U21 landsliðið fram til sigurs

Heri Simonsen 08.01.2017 (21:50)

Politisku mótpólarnir fegnast um søguliga bragdið

Annar er formaður í Tjóðveldi, hin er formaður í Sambandsflokkinum.

 

Teir eru politiskt ósamdir um nógv mál, men í høllini á Hálsi stóðu teir øksl um øksl saman við øllum øðrum føroyingum at stuðla føroyska U21 manslandsliðnum fram til sigurs.

 

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi er gamal H71-leikari, og pápi krútsterka strikuspælaran, Helga H. Hoydal. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum er gomul málmanskempa hjá VÍF.

 

Báðir stórfegnaðust um søguliga bragdið, og viðgingu, at tað verður knípið at fáa teir heimaftur til Ólavsøkuskrúðgonguna, um Føroyar koma langt í HM-endaspælinum, sum verður í Algeria í juli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við Høgna Hoydal og Bárð á Steig Nielsen. Eitt dømið um tað savnandi megið, sum eitt ítróttarbragd er fyri eina tjóð.